Kvinnu HM, fjórðingsfinalur: Amerikonsku heimsmeistararnir vunnu í kvøld 2-1 ímóti vertstjóðini Fraklandi.
Harvið hevur USA leikt seg víðari í hálvfinaluna í kappingini saman við Onglandi, sum í gjárkvøldið vann 3-0 á Noregi.
Megan Rapinoe skjeyt bæði tey amerikonsku málini - tað gjørdi hon í 5. og 65. minutti -, meðan Wendie Renard minkaði um munin til 1-2 í 81. minutti.
Hinar báðar fjórðingsfinalurnar verða leiktar í morgin, og eru tær ímillum Týskland-Svøríki og Italia-Niðurlond.
Seinast HM fyri kvinnur varð leikt fyri fýra árum síðan í Kanada, vann USA 5-2 ímóti Japan í finaluni.
Hetta er áttindu ferð, at kvinnu HM er á skránni. USA hevur vunnið gull tríggjar ferðir, Týskland tvær ferðir, meðan Japan og Noreg hava vunnið einaferð í part.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo