Russiskir kavbátar við kjarnorkurakettum kunnu fara undir radaran og undir ísin við Grønland.
Við nýggjari strategi fer USA at tryggja betri eftirlit við arktisku økjunum, skrivar DR.
Ísurin í Arktis bráðnar - og hetta slóðar fyri nýggjum leiðum hjá russiskum kavbátum, sum eru á veg móti Norðuramerika.
Tí er neyðugt hjá Danmark og hinum arktisku NATO-londunum at samstarva, hava eftirlit við og herdubba meira í Arktis.
Tað stendur í nýggjari strategi frá amerikanska verjumálaráðnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo