Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Alsamt minni bendir á, at republikanska forsetavalevnið, Donald Trump, fer at góðtaka ein ósigur, og nú fyrireikar USA seg til ófrið og nakað sum kann minna um borgarakríggj.

Á einum veljarafundi í gjár tók hann uppaftur, at hann er offur fyri eini politiskari samansvørjing, og at Kamala Harris bert kann vinna um hon snýtir. Til dømis segði hann, at lítast kann ikki á tær 76 milliónirnar av brævatkvøðum, tí har er longu svik framt, skrivar New York Times.   

Við CNN segði John Bolton, sum var trygdarráðgevi hjá Donald Trump ímeðan hann var forseti, at Trump heilt einfalt ikki fer at góðtaka ein ósigur.

- Trump tapir ongantíð. Og um hann tapir, so er tað tí at sigurin er stolin frá honum. So tað verður ikki lætt, segði hann. 

Viðhaldsfólkini hjá Trump ætla sær ein stórsigur, og tey verða skelkað um úrslitið verður nakað annað, sigur David Becker, sum stendur á odda fyri Center for Election Innovation & Research við Washington Post.

International SOS, sum ger váðametingar í øllum heiminum, hevur biðið síni viðskiftafólk í USA um at álop kunnu henda á stjórnarbygningar og har atkvøður verða taldar, skrivar The Times.

- Tað veldst eisini um, hvussu væl tað fer at eydnast londum sum Russlandi og Iran at stoyta bensin á bálið og spreiða konspiratiónsteoriir, sigur Mike Rogers, frá International SOS.

Seinastu meiningarkanningarnar benda á, at tað er sera lítil munur á undirtøkuni sum tey bæði valevnini, Donald Trump og Kamala Harris, fáa frá veljarunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo