Norðurkoreanskar deildir hava seinastu dagarnar tikið lut í krígnum í Kursk-umráðnum. Tað hevur kostað teimum dýrt, sambært amerikanska herinum, skrivar TV2.
Ein tænastumaður í amerikansku verjuni sigur, at fleiri hundrað norðurkoreanar hava latið lív ella eru særdir í bardøgunum seinastu dagarnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo