Amerikanski landbúnaðurin hevur síðani innrásina í Ukraina stuðlað russisku krígsmaskinuni við at keypa kunsttøð frá Russlandi í stórum nøgdum, skrivar danska TV 2.
Tað sigur Tony Will, stjóri í amerikansku kunsttøðfyritøkuni, CF Industries, sambært Reuters.
- Tað sjokkerandi er, at tað hevur verið alt hetta fokus á ikki at fíggja russisku krígsmaskinuna og ikki at keypa russiskt gass. Og kortini tekur USA við opnum ørmum ímóti landevni og UAN, sum kemur úr Russlandi, og sum í veruleikanum bara er natúrgass, sum er broytt (til tøð), sigur hann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo