Talsmaðurin fyri amerikanska uttanríkisráðið, Matt Miller, kallar russiska pástandin um, at Ukraina, USA, Bretland og onnur lond vóru við í terrorálopinum fríggjadagin, fyri eina "kensluleysa" lygn.
Hetta er eftir at talskvinnan fyri russiska uttanríkisráðið, Maria Zakharova, fyrr í dag ivaðist í at tað var IS.
Tað skrivar Ukrinform.
- Hetta er bara enn eitt dømi um at Putin forseti og restin av hansara fólki brúka ein nationalan sorgarleik til tess at rættvísgera ólógliga kríggið móti Ukraina, sigur Miller sambært TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo