Nevndin í Úrvali: Á hvørjum ári metir nevndin í Úrvali um, hvussu úrvalsítrótturin skal stuðlast. Í ár fáa 21 umsóknir játtandi svar, og tað eru umsóknir bæði til einstaklingar og lið. Samanlagt er talan um stuðul til 16 einstaklingar og 5 lið.
Íðkarar og lið umboðandi 10 ítróttagreinar fáa stuðul úr Úrvali í 2024. Hetta eru íðkarar og lið frá taekwondo, fimleiki, badminton, bogaskjóting, flogbólti, frælsum ítrótti, styrki, súkkling, svimjing og hondbólti. 5 ungir íðkarar/lið fáa stuðul úr Úrval umvegis bólk 3. Hesi eru flogbóltur U16/17 gentir og dreingir, fimleikur Ronja Johannesen, hondbóltur U06 menn, badminton Ranja Joensen og ungir úrvalssimjarar.
Nevndin í Úrvali staðfestir eina góða gongd innan úrvalsítróttin, sum ber boð um, at føroyskur ítróttur sum heild er í stórari menning.
- Ítróttaárið 2023 hevur verið hendingarríkt. Vit kunnu staðfesta, at støðið hjá okkara íðkarum er hækkandi. Vit síggja væl skikkaðar umsøkjarar, og tað tykist sum, at hópurin av skikkaðum umsøkjarum økist alsamt. Tað er gleðiligt, sigur nevndin í Úrval.
37 umsóknir komu inn um úrvalsstuðul í 2024, og søkt var um tilsamans 6,2 milliónir krónur.
Játtaðar umsóknir 2024 | ||
Navn | Samband | Játtan |
Jóannes Poulsen | Bogaskjóting | 50.000 |
Sámuel Petersen | Bogaskjóting | 50.000 |
U16/17 gentur og dreingir | Flogbóltur | 20.000 |
Aron D. Jacobsen | Fimleikur | 50.000 |
Ronja Johannessen | Fimleikur | 20.000 |
A-landslið menn | Hondbóltur | 250.000 |
U04 menn | Hondbóltur | 250.000 |
U06 menn | Hondbóltur | 20.000 |
Ranja Joensen | Badminton | 20.000 |
Hávard Vatnhamar | Súkkling | 100.000 |
Elisabeth Erlendsdóttir | Svimjing | 100.000 |
Vár E. Eidesgaard | Svimjing | 100.000 |
Líggjas Joensen | Svimjing | 50.000 |
Isak Brisenfeldt | Svimjing | 30.000 |
Ungir úrvalssvimjarar | Svimjing | 20.000 |
Niels Áki Mørk | Styrki | 75.000 |
Pól Hendrikur Andreasen | Styrki | 75.000 |
Maibritt Reynheim Petersen | Styrki | 75.000 |
Jónas G. Isaksen | Frælsur ítróttur | 125.000 |
Eiri J. Glerfoss | Frælsur ítróttur | 75.000 |
Høgni Kunoy Dávason | Taekwondo | 75.000 |
Í alt |
| 1.630.000 |
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo