Úrslitið hjá aldargomlu bryggjarífyritøkuni í Klaksvík var ein sløk millión krónur í fjør, ella 927 túsund krónur eftir skatt fyri at hava neyvleikan í lagi. Hetta skal berast saman við 1,7 mió kr í vinningi ári fyri, so her er talan um eina stóra minking. Kappingin er vaksin á føroyska marknaðinum, men bruttovinningurin vaks við nærum trimum milliónum og var góðar 27 mió kr í fjør.
Tað sæst, at tað er úrslitið av kapitalpørtum sum hálar niður. Her setti Føroya Bjór tvær milliónir krónir til í fjør. Hevði tað ikki verið, so var úrslitið eisini tað betri. Feløgini Okkaralon á Velbastað og 21. juni 2018 í Klaksvík hava bæði negativa eginogn og eru tí helst avskrivað.
Føroya Bjór er ein vælrikin fyritøka við einum fíggjarjavna uppá nærum 100 mió kr og eini eginogn uppá nærum 68 mió kr.
Stjóri er Einar Waag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo