Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vit skulu heilt aftur til 2011 fyri at finna eitt úrslit sum var á sama stigi sum tað í fjør.

Gamaní hevði KBI Spf, sum er fyritøka við heimstaði í Klaksvík ið rekur handil og veitir tænastur í hesum sambandi, ein vinning eftir skatt uppá 734 tkr. Men tað er nógv minni enn árið frammanundan, tá 3 mió kr lógu eftir á botnlinjuni. Og tað er júst miðalúrslitið sum hevur verið seinstu 10 árini.

Verður hugt nærri sæst, at ímeðan bruttovinningurin minkaði við 1,7 mió kr so vuksu úrtreiðslurnar til starvsfólk við 1,3 mió kr. Og har tykist høvuðsorsøkin til lakara úrslitið at liggja.

KBI er annars væl fyri fíggjarliga, við eini fíggjarstøðu sum javnvigar við smáum 31 mió kr harav eginognin er góðar 10 mió kr.

Stjóri er Karl Birgir Ziska Isaksen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo