Úrslitið hjá JFK Trol var 27 milliónir krónur í fjør. Tað er áleið tað sama sum í 2020, og leiðslan sigur seg í ársfrágreiðingini vera nøgda við gongdina.
Bruttovinningurin var 151 mió kr, umleið seks mió kr meira enn árið fyri, men serliga var tað størru avskrivgarnar sum gjørdu, at ársúrslitið bleiv net tað sama.
JFK Trol eigur Gadus, Sjúrðarberg, Stjørnuna, Polarhav, Safir, Smaragd og Slættaberg. Kvotan er minkað nakað, men roknað verður við áleið sama úrsliti næsta ár, sigur leiðslan, sum leggur afturat, at tað er um "støðan í heiminum í dag ikki kemur at hava tíðandi ávirkan".
JFK Trol hevur kontraktað nýggjan flakatrolara, og arbeiðið at byggja hann gongur væl, og verður hann væntandi latin sambært ætlanini, tað vil siga um ársskiftið 2022/2023.
Fíggjarstøðan hjá JFK Troli javnvigaði við 561 mió kr og eginognin var við ársskiftið 332 mió kr.
Stjóri er Hanus Hansen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo