Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Rakstrarhagtølini fyri fyritøkur eru dagførd fyri árini 2018 og 2019. Roknskapartølini vísa, at hóast eina afturgongd í úrslitinum frá 2017 til 2018 á 14%, so hækkaði úrslitið við 15% í 2019 frá 2,38 milliardum krónum í 2018 til 2,75 milliardir krónir í 2019. Hetta er tó eitt vet lægri enn samlaða úrslitið fyri allar vinnur í 2017, tá úrslitið lá um 2,77 milliardir krónur.

Samlaða úrslitið í tilfeingisvinnum vaks frá 2018 til 2019 aftan á eina støðuga afturgongd síðani 2016. Hyggja vit longur aftur í tíð, so er úrslitið fyri allar tilfeingisvinnur hækkað nógv seinastu 10 árini – frá 2010 til 2019 er úrslitið hækkað frá 466 mió. kr. í 2010 til knappar 1,2 mia. kr.

Afturgongdin frá 2016 til 2018 er serliga innan alivinnuna, har úrslitið lækkaði við 33% frá nærum 1,08 mia. kr. í 2016 til 726 mió. kr. í 2018. Tó er úrslitið fyri alivinnuna hækkað aftur við 17% til 846 mió. kr. í 2019.

Innan framleiðsluvinnur er samlaða úrslitið eisini vaksið nógv seinastu árini. Í 2010 var samlaða úrslitið 225,6 mió. kr. og tað er vaksið við 500 mió. kr. til 725,2 mió. kr. í 2019. Størstu framgongdina innan framleiðsluvinnur seinastu 10 árini eigur byggivinnan. Í 2010 var samlaða úrslitið fyri byggivinnuna 61 mió. kr., meðan tað í 2019 var 190 mió. kr. Seinastu árini er úrslitið í byggivinnuni eisini vaksið nógv. Frá 2017 til 2018 er tað vaksið við nærum 50% við 137 mió. kr. í 2017 til 205 mió. kr. í 2018, ið tó er fallið við 7,3% í 2019 til 190 mió. kr.

Vøksturin seinastu 10 árini er eisini at síggja innan tænastuvinnur. Í 2010 var samlaða úrslitið fyri tænastuvinnur beint yvir 100 mió. kr, meðan tað í 2019 var knappar 842 mió. kr. Eisini her var ein lítil afturgongd frá 2017 til 2018, har úrslitið lækkaði við 8,8% frá 859 mió. kr. í 2017 til 783 mió. kr. Millum 2018 og 2019 hækkaði úrslitið fyri allar tænastuvinnur tó við 7,5% til 842 mió. kr. í 2019.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo