Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Astrið N. Breckmann

Astrið N. Breckmann.

Lea Sundberg Eliasen og Gertrud Tórdóttir.

Rúni Lamhauge.

Remi, Sólgerð og Anna.

Aleksandra Fríðudóttir.

Astrið N. Breckmann

Astrið N. Breckmann

Astrið N. Breckmann.

Lea Sundberg Eliasen og Gertrud Tórdóttir.

Rúni Lamhauge.

Remi, Sólgerð og Anna.

Aleksandra Fríðudóttir.

Ársins amboðsíðkari hjá monnum var Vilhelm Seyer frá Fimleikafelagið Ljósið (myndin). Hann hevur gjørt fimleik í nógv ár. Hann er áhaldandi og blívur við at gera framstig. Hann er ein umhugsin íðkari at hava á liðnum. Altíð klárur at hjálpa til við teimum yngru íðkarunum.

Astrið Nanly Breckmann, frá Havnar fimleikafelag, vinnur ársins amboðsíðkari hjá gentum/kvinnum. Ferð eftir ferð hevur Astrið prógvað at hon er ein av dugnaligastu amboðsfimleikarunum í Norðanlondum. Hon leggur støðið fyri føroyskan amboðsfimleik frameftir, og úrslitini tala fyri seg.

Lea Sundberg Eliasen og Gertrud Tórdóttir, venjarar hjá smágentunum Norma frá Ljósinum, vinna ársins venjaratoymi í estetiskum fimleiki. Eldhugaðar, raskar og nærlagdar í venjingunum. Tær stremba altíð eftir at gera fimleikararnar betur, teimum eydnaðist at vinna greipuna við teirra liði í ár, og vit ivast ikki í at tær fara at menna nógvar ungar fimleikarar framyvir.

Rúni Lamhauge vinnur ársins venjari á manssíðuni. Fimleikafelagið Støkk hevur í ár havt tann heiður at hava føroyskan høvuðsvenjara, sum er Rúni Lamhauge. Hann hevur saman við sínum toymi megnað at lyft tekniska støðið við áhaldandi at søkja sær kunnleika, frá professionellum venjarum uttanlands. Í vár var toymið saman við fimleikarunum á venjarlegu í Íslandi. Har fingu tey nógvan íblástur, av tí at tey vandu saman við íslendskum fimleikarum á høgum støði. Rúni stendur á odda fyri hvørjari venjing og megnar hann, saman við toyminum, at fáa eldhugaðar fimleikarar, sum við støðugari venjing betra sín fysiska form, og við tað at toymið samstarvar væl, mennast fimleikararnir bæði kropsliga og sálarliga.

Venjararnir í kappingarliðinum hjá Flog, Remi, Sólgerð og Anna, vinna ársins venjaratoymi hjá gentur/kvinnum. Uppá tvey ár hevur hetta toymið megnað at fáa góð úrslit; við trimum íðkarum á liðinum til FM, fingu tey eina gullmedalju og eina bronsumedalju við heim. Harafturat eru fleiri íðkarar sum hava klárað seg væl til góðkenningarnar, sum hava verið í ár. Tey hava verið málrættað og megnað, at lyfta liðið uppá kappingarniveau og íðkararnir hava ment seg, bæði mentalt og fysiskt.

Smágentur Luna úr Støkk vinna fyri ársins drakt. Henda draktin hevur ein serstakan ljósareyðan lit, ið veruliga skínur ígjøgnum. Draktin hóskar seg serstakliga væl til fimleikararnar á liðinum, og er sera hóskandi til teirra aldur. Drakt og rørslur hóska væl saman og saman við festliga tónleikinum fellur alt í eina hægri eind.

Aleksandra Fríðudóttir, frá fimleikafelagnum Støkk, er ársins stjørnuskot. Hon hevur tikið seg sera nógv fram hetta fimleikaárið. Hon hevur megna at flutt seg tvey stig upp í ár, og vunni gull á bita og silvur í all round til FM. Hon hevur viljan, stílin og hjarta fyri fimleikinum. Hon gevst ikki fyrr enn hon hevur nátt sínum málum. Við sínum flotta stíli, vilja at gerast betur og ágrýtni, kann hon koma sera langt í fimleikinum.

Astrið N. Breckmann.

Lea Sundberg Eliasen og Gertrud Tórdóttir.

Rúni Lamhauge.

Remi, Sólgerð og Anna.

Aleksandra Fríðudóttir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo