Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Bogaskjótisambandið: Í dag 21 august. hevur Bogaskjótisamband Føroya skipað fyri uttandura FM kapping á Tórsbreyt. Veðrið var gott, turt, við einum lotið ímóti. Umstøðurnar at skjóta á vóru av teimum allar bestu, og eru vit sera fegin og takksom fyri, at tað lat seg gera at uppliva útiskjóting, sum hon er, tá okkara skjúttar eru uttanlands í kapping.

Bogaskjóting, sum ítrótt, hevur í nógv ár verið heimleys, tá tað ræður um útiskjóting, og væntandi umstøðurnar hava ført við sær, at skipað skjóting uttandurða ikki hevur verið gjørlig. Tó so, hava tað verið hissini kappingar, tá okkurt øki hevur verið tøkt, og skjúttarnir hava tikið til takkar við tí tey hava fingið fatur á, um tað so hevur verið eitt grótbrot, ein graslíkisvøllur, sum ikki var í nýtslu, ella á onkrari trøð.

Eftir hesa sera væleydnaðu kapping, er vónin styrkt, um at lív kann fáast aftur í skipaða útiskjóting. Vit vóna at slíkar umstøður verða okkum tøkar í framtíðini, um ikki á Tórsbreyt, so á líka skikkaðum vølli. Hendan ítrótt, sum í løtuni bert er ein vetrarítrótt, við inniskjóting, kann fáa heilt annað lív, um skipað útiskjóting gerst verðuleiki aftur.

22 skjúttar luttóku í kappingini, 15 recurve skjúttar, 6 compound skjúttar og 1 barebow skjútti. Compound og barebow skjúttarnir kappaust á 50 metra frástøðu, meðan recurve skjúttarnir kappaust á 70 metra frástøðu.

Úrslitini hjá skjúttunum gjørdust hesi:

Recurve kvinnur:

Jastrid M. Jensen (T) – (237+233) = 470

Sólgerð Henriksen (V) – (223+187) = 410

Tóra Dinna Reynskor (V) – (210+163) = 373

Pernille Krogh (V) – (145+170) = 315

Svanna Dam (Ø) – (69+42) = 111

¼ finala:

Pernille – Svanna : 6 – 0

½ finala:

Jastrid – Pernille : 7 – 1

Sólgerð – Tóra Dinna : 6 – 0

Bronsufinala:

Tóra Dinna – Pernille : 6 – 4

Gullfinala:

Jastrid – Sólgerð : 0 – 6

Føroyameistari hjá Recurve kvinnum 2021 – Sólgerð Henriksen

Recurve menn:

Hans Petur Højgaard (Ø) – (286+285) = 571

Oddmar Nielsen (Ø) – (283+274) = 575

Absalon Hansen (T) – (275+277) = 552

Eggaba Andreasen (V) – (273+266) = 539

Hans Bogi Ellefsen (V) – (273+240) = 513

Michael Feldballe (T) – (180+208) = 388

Baldur Unason Árting (T) – (213+165) = 378

Sigfríður Gaardbo Lützen (T) – (144+150) = 294

Oddmar Tróndheim (Ø) – (145+146) = 291

Meinhard Dam (Ø) – (169+118) = 287

¼ finala:

Hans Petur – Sigfríður : 6 – 0

Oddmar – Baldur : 7 – 3

Absalon – Michael : 6 – 2

Eggaba – Hans Bogi : 7 – 1

½ finala:

Hans Petur – Hans Bogi : 2 – 6

Oddmar – Absalon : 1 – 7

Bronsufinala:

Hans Petur – Oddmar : 6 – 0

Gullfinala

Absalon – Hans Bogi : 6 – 2

Compound menn:

Jóannes Poulsen (Ø) – (344+343) = 687

Kaj Johannesen (Ø) – (342+341) = 683

Nikkel Petersen (Ø) – (338+339) = 677

Jógvan Niclasen (T) – (325+315) = 640

Magnus Djurhuus Joensen (Ø) – (317+308) = 625

¼ finala:

Jógvan – Magnus : 132 – 131

½ finala.

Jóannes – Jógvan : 141 – 136

Kaj – Nikkel : 140 - 139

Bronsufinala:

Nikkel – Jógvan : 141 - 136

Gullfinala

Jóannes – Kaj : 143 – 144

Føroyameistari hjá Compound monnum 2021 – Kaj Johannesen

Compound kvinnur

Rakul Dam (T) – (265+264) = 529

Barebow kvinnur

Ann Lisa Pedersen – (222+195) = 417

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo