Týskvøldið 20. august kl. 20 verður urgukonsert í Hoyvíkar kirkju við unga úrmælinginum Ari Hammer Joensen.
Hoyvíkar kirkja læt herfyri byggja nýggja urgu, og varð hon vígd í fyrraárið.
Ari Hammer Joensen vann í fjør fyrstu virðisløn í kappingini Stella Polaris í bólkinum fyri ung millum 14 og 18 ár, og nú lesur hann á Kongaliga Musikkkonservatoriinum í Keypmannahavn.
Í juli var hann á urguskeiði í Hollandi.
Í mai vann hann aðru virðisløn í Rued Langgaard kappingini í Keypmannahavn.
Fyrr í ár fekk hann gávugóðs úr úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum.
Skráin týskvøldið verður hendan:
Bach - Passacaglia í c-moll BWV 582
Mendelssohn - Sonata nr. 2 í c-moll Op. 65
Reubke - Sonata á 94. sálmi í c-moll
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo