Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

Røða, sum borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, flutti fram, nú reisigildi var fyri nýggju svimjihøllini í Runavík í dag:

Ein sunnudag í 1938 – hin 21. august – stendur ein 19 ára gomul glyvragenta alspent á Skarvakletti í Nólsoy. Í svimjibúna smurd inn í feitt loypur hon á bláman kl. 16:22. Hon er ikki ørindaleys – ætlar sær til Havnar. Nólsoyingar vegleiða um rák og frægastu farleið og Poul Petersen, ítróttarráðgevi, hevur tikið á seg at skipa fyri ferðini. Gentan eitur Maria Jacobsen og er úr Hvalsinsrætt, dóttir Mathildu og Martin, ið var slektaður av Sýnuni. Seinri giftist hon í Vági, - har var hon vanliga rópt Mia í Trøðini. Tingakrossur hevði frammanundan sett út eitt steyp til tann, sum megnaði at vinna á Nólsoyarfirði svimjandi, steypið stóð í sýnisglugganum hjá Niels L. Arge fram til hendan dagin, táið Mia kom svimjandi inn á Havnarvág. Stúgvandi fult av fólki stóð út eftir Molanum, og væl var samankomið uppi við býráðshúsið, har fólk ynsktu at síggja hana sum framt hevði bragdið. Seinri fór hon inn á Glyvrar við mjólkarbátinum Tróndi, og har var eisini stúgvandi fult av fólki og tók ímóti. Hildið verður, at hendan hendingin fekk stóran týdning fyri svimjingina í Føroyum. Í februar 1968 svam Bjarni Bjarnastein sama teinin í froskmannabúna. Síðan hava mong roynt hendan og aðrar teinar kring um Føroyar.
 
Táið olympisku leikirnir byrjaðu aftur í Athen í 1896, var havsvimjing á skránni, og síðan er svimjingin vorðin ein stór ítróttargrein í heimshøpi, har ið føroyingar eisini hava gjørt vart við seg. Tað var leingi eitt rák í tíðini at svimja longri teinar – eisini millum lond. Tiltikin er kapteynurin Matthew Webb, sum í 1875 svam úr Dover til Calais í 21 tímar og 45 minuttir. Fyrsta kvinnan sum svam um Ermasund var Gertrude Ederle – hetta var í 1926, og kanska hevur hetta rákið eisini borið við her á landi, soleiðis, at Mia í Hvalsinsrætt tók hetta óvanliga stigið í 1938. Hon lærdi at svimja her á fjørðinum – hylur var og er ongin, hóast konturarnir nú síggjast av einum frambroti á tí mótinum.
 
Táið teir stóru framhaldsskúlarnir vórðu bygdir kring um landið, serliga í fimmti- og sekstiárunum, var tað ikki so sjáldan, at man, umframt eina trivaliga fimleikahøll, eisini legði ein minni svimjihyl inn í verkætlanina. Hetta hendi ikki á Glyvrum. Nakað eftir at skúlin var liðugur, tóku menn seg saman – tað vóru bara 17 menn á fundinum hin 27. februar í 1964 - har semja var um at stovna eitt svimjifelag og at útvega felagnum eitt grundøki dygst omanfyri skúlan. Alt fall væl í lag. Grivið varð út, men so hendi ikki meiri. Orsøkirnar kunnu vera mangar, helst hevur kommunalpolitiska órógvin á hermótinum millum partar í táverandi kommunu og vantandi fígging verið ein forðing. Neptun er kortini til enn, og vónandi fæst lív í felagið aftur, nú allar fyritreytir vera til staðar fyri einum virknum felagslívi, táið hendan svimjihøllin stendur tøk hjá okkum øllum at brúka um eitt ár – ella har á leið.
 
Stórar rembingar eru farnar fram í kommunalinum, eisini eftir at Nes Sóknar kommuna gekk sundur pr. 1 apríl í 1967. Samanleggingarnar fyrst í hesari øldini høvdu við sær, at vit nú húsast í triðju størstu kommunu í landinum, sum røkkur av Tinghelluni norður á Førjaklettin. Fimm kommunur løgdu saman, og hóast tær vóru væl útgjørdar á mongum mótum, so átti ongin teirra tann fasilitetin, sum gevur fólki møguleikan at svimja.
 
Sjálvur lærdi eg at halda mær uppi á einum skipsdekki onkustaðni á leiðini millum Valparaíso og New York. Nakrar fjalar og ein segldúkur var tað sum skuldi til fyri seinri at vinna á jarðarinnar tyngdarmegi á Gøtu sandi og í svimjingarhylinum omanvert skúlan við Gøtugjógv. Góð seksti ár eru umliðin síðan hin famøsa fundin í Glyvra skúla, og tað er ikki ov nógv sagt, at nógv valevni øll hesi árini hava roynt seg við hesum sama agninum - svimjihøllini. Hugskotini hava ikki trotið, men ivaleyst hevur veruleikin yvirhálað møguleikan hvørja ferð. Fíggjarligi veruleikin foykti verkliga møguleikan. Í skjótum fólkavøkstri kann tað vera avbjóðandi at navigera millum verkligu og fíggjarligu raðfestingarnar, og kanska var løtan ikki komin fyrrenn nú, ella sum Voltaire gamli tók til á sinni, tað ræður um at handla, táið søgan opnar gapið fyri møguleikanum.
 
Táið hendan høllin stendur liðug - hon er í grundini ikki annað enn eitt natúrligt og logiskt framhald av tí, sum frammanundan er viðurfarist um hesi svæði – sum byrjaði við fótbóltsvøllinum í 1972 – hevur hon umsitingarliga og politiskt verið serliga ásýnilig. Fylt almikið í skipanini, og táið hon stendur liðug um eitt ár, eru 10 ár og túsundtals tímar brúktir av mongum dugandi fólkum, síðan loyst var úr lagdi og leikur tók sína byrjan. Skiftandi uppskot og snøggingar hava runnið á frá byrjan, men soleiðis sum hon nú liggur í ætlan, var hon hølvað til, hin dagin vit báðir Kjartan skrivaðu undir í nýggja býráðssalinum á Glyvrum hósdagin hin 27. oktober 2022 kl. 15, - eftir at býráðið umsíðir hevði samtykt at fara undir at fremja hendan 60 ára gamla dreymin.
 
Býráð standa omaná fólksins vilja í eina tíð – hetta eru tíbetur demokratisku spælireglurnar. Nøgdsemi og misnøgd kunnu umsetast til atkvøður fjórða hvørt ár. To be or not to be, sum Shakespeare gamli tók til. Tú kanst vera ella ikki vera, alt eftir sum reykurin stendur í veljarafjøldini. Hesi 9 árini ber til at siga, at júst hendan verkætlanin hevur havt legitimitet í stórum parti av fjøldini, og táið vit nærkaðust grand finaluni í málinum, løtuni, táið avgerðin skuldi takast á politiska parnassinum, kom fyrst Kvinnufelagið inn á pallin við stuðlandi tíðindaskrivi, og tá arbeiðarafelagið opnaði dyrnar fyri ressingarfundi kvøldið fyri atkvøðugreiðsluna, tá kendist tað sum, at møguleikin var størri enn hann kanska hevði verið. Vit, sum tilvildarliga sótu har fyri eitt fýra ára skeið, við heimildini at disponera yvir tykkara og okkara fíggjarfæi, tóku eina avgerð sum sjálvandi fyllir nógv - ikki minst fíggjarliga. Skuldin veksur av íløguni, gamaní, men trúgva vit á eina bjarta framtíð fyri kommunu og tjóð okkara, fer eisini hetta at bera til. Vit hava tikið eina avgerð tykkara vegna, tit og vit eiga íløguna, og meira sæst nú eftir optimistarnar, heldur enn pessimistarnar, á søgunnar slóð.
 
Landið er lítið, men havið er stórt. Ongastaðni er lutfallið millum land og hav størri enn júst í Føroyum. Fáar staðir í heimi búleika og virka menniskju so tætt at natúru og sjógvi sum júst her, eisini tí eiga vit øll at duga kynstrið at svimja.
 
70% av jarðarinnar útskinni – yvirflatan – er vatn og sjógvur. Á leið 70% av mannakroppinum er vatn, ikki minst húðin, og hartil eru vit komin svimjandi til lívið ígjøgnum fosturvatnið hjá mammum okkara. Áhugaverdar javnvágir í Skapanarverkinum, sum síggjast aftur í atferðini hjá eitt nú heilt smáum óvitum. Sleppa teir framat vatni ella sjógvi fara teir í eitt við hesi, hóast teir hava lítið meiri enn gonguvit, tað dregur ímillum, substansurin er hin sami. Í køksvaskinum, seinri í einum hyli, gili, eini á ella niðri í fjøruni. Alt ein natúrlig gongd, tí vóru vatn og sjógvur ikki, vóru vit heldur ikki. Tað ræður bara um at læra seg at liva saman við hesum veruleika, sum vit í ólukkumáta eru ein partur av í aðrar mátar. Nógv størsti parturin av menniskjans blóði er eisini vatn, og rámandi er tað, at saltkonsentratiónin í hesum sama blóði er júst hin sama sum í havsins sjógvi. Ein áhugaverd kvørn – lívið.
 
Táið vit fluttu úr Gøtu út á Glyvrar einaferð í sekstiárunum stóð illa til við svimjing um hesar leiðir. Minnist meg rætt dugdi ongin at halda sær uppi í tí flokkinum sum eg endaði í. Onkur løta í fjøruni niðanfyri skúlan, og onkur hendinga ferð suður í gamla svimjihylin í Gundadali, munaðu lítið, - kanska batnaði tað nakað, eftir at vit sjálvi fóru undir at stima yvir á Strendur, sum tá hevði fingið ein skúlahyl bygdan. Treyðugt so, onkur fann sjálvur út av tí, men yvirhøvur var støðan ússalig. Kanningar hava eisini víst, at ungdómar okkara ikki eru væl fyri á hesum mótinum.
 
Eitt annað áhugavert fyribrigdi tók seg kortini upp fyri nøkrum árum síðan – havsvimjing og dypping. Kommunan bygdi Heimistovuneystið uppaftur í Ósanum frá Gjónni, og ætlanin var at seta ein eldri bát inn hagar – ætlað sum savn, men áðrenn báturin var komin, varð neystið hersett av stórum fylgi av dyppandi konum, og nú vendist neyvan aftur í tí málinum. Tær hava tikið yvir, har ið Mia í Hvalsinsrætt slepti, táið hon gjørdist Mia í Trøðini suðuri í Vági.
 
Ein svimjihøll er fyri alt fólkið, - fyrst og fremst. Øll hugskot hesi ætlanini viðvíkjandi hava havt til endamáls, at fremja eina ætlan fyri fjøldina. Kortini valdu vit loysnina við 8 geilum fyri at rúma so nógvum í tí stóra hylinum sum gjørligt, eisini kappingarítróttini. Væntandi fer svimjifelagið Neptun nú at taka sítt starv uppaftur soleiðis, at eisini hetta økið kann gera seg galdandi í kapping við aðrar partar av landinum og úti í heimi, har teir alra bestu svimjararnir kappast í ymsum disciplinum í hinum váta elementinum. Í mun til aðrar ítróttagreinar kann svimjingin útinnast av øllum úr vøggu í grøv – ja, tað er líkamikið hvussu ein annars er likamliga útborin, so ber tað til at fáa okkurt burturúr undir vatni. Úrmælingarnir herja á í kappingum, soleiðis rennur alt upp í eina hægri eind, og soleiðis fer tað at vera, táið hesin nýggi møguleikin stendur okkum í boði um eitt ár. Ikki víst at øll kunnu gera Miu í Halsinsrætt kynstrið eftir, at svimja úr Nólsoy inn á Havnarvág, men minni kann eisini gera tað.
 
Tey eru somikið mong, sum hava havt ein fingur við í spælinum hesi verkætlan viðvíkjandi, at ikki ber til at nevna nøvn í dag. Ongin nevndur ongin gloymdur. Gott og væl 4 túsund og 4 hundrað borgarar eiga hesa høllina og koma at borga fyri hana. Onkur tók avgerðina, til tað hava vit eina politiska skipan, men onki bar til uttan tykkum, sum akslaðu skinnini við ætlanina. Stóra takk øll somul.
 
Nú um dagarnar gjørdu vit eitt rend oman til býarinnar bý - París. Í nógv ár hava fraklendingar og onnur ilskast um hina illa dálkaðu ánna Seinen, sum rennur ígjøgnum høvuðsborgina. Í ár vera olympisku leikirnir hildnir í býnum, og nógv er gjørt fyri at reinsa ánna aftur. So væl er tað nú komið áleiðis við hesum, heldur borgarstjórin Anne Hidalgo, at hon fyri lítlari viku síðan leyp á bláman í ánni - í svimjidrakt og brillum – til tess at prógva fyri øllum heiminum, at Seinen áin nú er ivaleysa rein til at svimja í og harvið vandaleys fyri so mangt annað.
 
Hvør ið verður tann fyrsti ella fyrsta at leypa á bláman her við Løkina um eitt ár, í eini høll sum burturav verður hitað upp við grønari orku, ja, tað spyrst um livst.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo