Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Norðstreymoyar Javnaðarfelag fegnast um nýggju samgonguna, ið varð skipað eftir løgtingsvalið við okkara formanni á odda og við evnaríkum fólkum í landsstýri og á løgtingi.

Vit eru fegin um tey mál, ið samgongan hevur sett sær fyri at fremja, so sum:

  • At veita trongstøddum familjum eina hjálpandi hond við fíggjarligum stuðuli til at betra gerandisdagin.

  • At veita arbeiðsfólki betri livi- og arbeiðsumstøður við styttari arbeiðsviku.

  • At vallyftir til pensjonistar vera hildin, serliga við at hækka mótrokningarfríu upphæddina fyri arbeiðsinntøku. Undanfarna samgonga skerdi hesi upphæddina niður í 45-tús. Vit vænta at upphæddin verður hækkað til tað dupulta í hesum valskeiðnum.

  • Veksandi samfelagsvirðini skulu deilast javnari millum landsins borgarar, m.a. við at ovurstórar inntøkur í tilfeingisvinnum kunnu geva rúm fyri at minka skattin hjá lág- og miðalinntøkum.

  • Fremja ein sosialan búðstaðarpolitikk m.a. við at skipa fyri almannagagnligum bústaðarfeløgum og loysa Bústaðir úr kravinum hjá undanfarnu samgongu um privatfelagsvinning.

  • Eitt av fremstu málunum er at seta bindandi veðurlagsmál til gagns fyri okkara land og komandi ættarlið, seta ítøkilig átøk í verk fyri grøna orkuskiftinum, og umsíðir fáa sett eina virðiliga náttúruverndarlóg í gildi.

Tað lokala í Norðstreymi
Vit fevna víða um nógvar bygdir í Norðstreymi, norðan úr Tjørnuvík vestur til Vestmanna. Tó eru nøkur fá høvuðsmál, vit serliga vilja hava nýggju samgonguna at hava í huga her í økinum:

  • Vit fegnast um, at tunnilin til Dals í Sandoynni verður komin ígjøgnum síðst í hesum árinum. Tá vænta vit sum givið at øll útgerðin beinanvegin verður flutt norður til Tjørnuvíkar, so tann ætlanin, ið hevur ligið á láni í áratíggir, endiliga kann fremjast. Tað vænta vit at síggja á játtanini til tunnilstoymið fyri næsta ár.

  • Menningin í størstu bygdini í Norðstreymi, Vestmanna, hevur í nógv ár verið darvað av vánaligum og ótryggum vegasambandi um Høgareyn. Meðan so at siga allar bygdir hava havt gagn av positivu gongdini í landinum tey seinastu árini, við øktum virksemi og fólkavøkstri, so er Vestmanna dragnað álvarsliga. Hetta hava bygdarráð, fyritøkur og stovnar í bygdini víst á í almennum skrivum til myndugleikarnar. Norðstreymoyar Javnaðarfelag vónar, at samgongan tekur hetta í álvara og leggur eina ætlan fram um, hvussu tunnilsgerð úr Leynum til Vestmanna kann verða framd.

  • Ætlan er um at leggja brandvenjingarstøðina við Áir niður og flyta virksemið til annað stað. Sagt er, at so skulu verandi bygningar hjá brandstøðini gerast partur av víðkaðum virksemi hjá Tjóðsavninum við gomlu Hvalastøðina við Áir. Men tað krevur eina játtan til at fremja, og taka vit sum givið, at hetta sæst aftur í fíggjarliga raðfestingunum fyri komandi ár.

  • Týdningarmikið fyri bygdirnar her í økinum, eins og aðrastaðni, at kommunurnar fáa heimild at taka tænastugjøld fyri ognir hjá fólki, ið ikki búgva á staðnum.

Hetta samdust vit m.a. um á limafundi hjá Norðstreymoyar Javnaðarfelag í farnu viku. Vit ynskja landsstýris- og løgtingsfólkum í samgonguni millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn blíðan byrð og hepni við at fremja tey stóru mál, sum eru sett í samgonguskjalið.

Við javnaðarkvøðu
Norðstreymoyar Javnaðarfelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo