Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Filmurin "Verkir" er nýggjur føroyskur heimildarfilmur, sum systrarnar Karina og Theresa Jákupsdóttur hava gjørt um broytingina frá at kvinnur áttu heima, til at allar føðingar eftur fáum árum vóru fluttar inn á sjúkrahús.

Filmurin verður sýndur í Filmsfelagnum mikukvøldið 12. juni kl 20.

Karina og Theresa siga, at talið á heimaføðingum er seinastu tvey árini fleirfaldað, og okkurt bendir á, at fleiri kvinnur tilvitað velja at eiga heima.

Í filminum "Verkir" hitta vit kvinnur, jarðarmøður og ein mann, sum tosa opið um teirra upplivingar rundanum føðingina.

Atgongumerki kunnu keypast við skivuna í Havnar Bio, har Filmsfelagið hevur sýningar mikukvøld, og á heimasíðuni hjá biografinum www.bio.fo.

Samrøðufólk í filminum ”Verkir” eru Ingibjørg Rasmussen, Eyðgerð Amanda Petersen, Aslaug Víká Petersen, Helen Joensen, Elina Hammer Olsen, Elsa Hallfríður Rasmussen, Poulina Abrahamsen, Jensa Samson, Jytte Joensen, Durita Hanusardóttar Jacobsen, Rannvá Simonsen, Sigmund Jógvansson, Fríða Jórunardóttir, Annika Beinta Hoydal, Anna Christiansen og Bjørt Joensen Dahl.

"Verkir" er heimildarfilmur eftir Karinu & Theresu Jákupsdøtur, tónasmiður er Jón Klæmint Hofgaard og ljóðmyndina gjørdi Jón McBirnie. Permumyndina, sum er heft við, gjørdi Sára Mikkelsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo