Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Gaza hevur loyst seg frá hesum fongsuli, nú sjálvsræðisstríðsfólk í hersetta økinum hava byrjað Gaza Flóðina. “Operation Gaza flóð” sum var byrja av leiðandi flokkinum Hamas sum er sitandi stjórnin í Gaza. Hamas hevur víst at frælsi er ein møguleiki. Ein vón sum nú savnar allar rørslur í Palestina ið stríðast fyri frælsi frá hjálandastýrinum.

Umstøðunar hjá palestinum ið liva kringsett undir sionistiska búðsettarakolonialismuni versnar dag fyri dag. Størsti parturin av fólkatalinum í Gaza eru flóttar úr 48-landapørtunum, sum longu er blivi etniskt útreinsa og búðsett av Ísraelskum búðsetarum. Palestinar liva hersett, kolonisera og útsetast dagligt fyri etniskari útreinsan, bumbing og fongsul.

Nokk er nokk!

sambært altjóða lóg hjá Sameindu Tjóðum, resolutión 45/130, hava Palestinar rætt til at stríðast. Viðtiki var rætturin hjá Palestinum at m.a stríðast fyri sjálvstøðu og loysing frá hjálandaveldinum, apartheidstýrinum og fremmandari herðstøku, við øllum amboðum tey hava atgongd til.

Sjálvræðis- og frælsisstríð er neyðugt. Frælsisfylking Anarkistanna viðurkenna at rætturin hjá Palestinum til vápnaða mótstøðu má verjast. Palestina hevur verði hertiki í 75 ár og hevur rætt til sjálvstøðgu og sjálvræði - frá á til hav.

Stríðið í Palestina er á veg inn í eitt nýtt tíðarskeið, og altjóða samhaldsfesti er allneyðugt.
Frælsisfylking Anarkistanna hava í hesum sambandi hesi boðini til øll í Føroyum og kring heimin:

1. Vit eggja øllum frælsistríðsfólki at stuðla tað palestinska frælsistríði!
2. Vit eggja allar progressivar rørslur í Føroyum og umheiminum at viðurkenna palestinarum rættin til sjálvræði og sjálvstøðu!
3. Vit fordøma litaða miðla umrøðuna av støðuni hjá palestinum, ið noktað at varpa ljós á palestinska veruleikan.

Palestinska loysing! Frá á til hav!

Vár Autumn Reinert
Orðstýrari, Frælsisfylking Anarkistanna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo