Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Frøði: Forsíðusøgan er 800 ára gomul, men hon er merkisverd. Jon Sigurð Hansen skrivar um eitt gloymt undur í Magnusarkirkjuni í Kirkjubø. Ein serstøk hending, endurgivin í eini íslendskari miðaldarkeldu, kann vera við til at styrkja ábendingina um, at Magnusarkirkjan hevur verið í brúki seinast í 1200-talinum. Tað er somuleiðis heldur ikki óhugsandi, at henda serstaka hending hevur verið kend á mannamunni í  Føroyum. Til greinina hava vit fingið AI at endurgeva frásøgdu hendingarnar í myndum.

Margretha Nónklett skrivar um Petru Djurhuus og hennara arbeiði við fuglafrøði. Greinin snýr seg mest um djórakonservering og at fáa til vega eitt fugla- og djórasavn í Føroyum.

Jens-Kjeld Jensen hevur eina grein um fjaðurleggjarmottu, sum er nýggj fyri heimin, umframt, at hon eisini hoyrir til eina nýgga ætt. Mottan er uppkallað eftir Jens-Kjeld Jensen, og fekk heitið Sulisyringophilus jenskjeldi.

Sissal Vágsheyg Erenbjerg fevnir víða í eini grein um veðurlagsbroytingar. Hon fer langt aftur í tíð og útgreinar úrslit av ískjarnaboringum, ið vísa, hvussu luftin var fyri 800.000 árum síðani. Sambært vísindafólkum er eingin ivi um, at mannagjørdar veðurlagsbroytingar eru øðrvísi enn tær natúrligu broytingarnar.

Jákup Reinert Hansen hugleiðir um nakað samsvar er við Bíbliunnar boðskap og kirkjunnar læru, um at kvinnur kunnu vera prestar. Longu um trúbótarmundið vóru hesir spurningar settir av kendum lutherskum gudfrøðingum, og svarið var eitt greitt ja.

Zvonko Mrdalo hevur í vinnuligum og búskaparligum høpi eina viðkomandi greining av fíggjarliga týdninginum at ala stór smolt og at taka stóran laks. Fíggjarligu mátini tykjast at vera játtandi, men vísa seg eisini at vera tætt knýtt at batum í fiskalívfrøðiligum viðurskiftum.

Jógvan Hansen heldur, at ymiskar jarðfrøðiligar greiningar av føroyskum basaltiskum syllum kunnu benda á, at tað er samband millum undirgrundina undir teimum føroysku basaltisku fláunum og upprunatilfar á Rockallháslættanum.

Í ár eru liðin 150 ár síðan A.C. Evensen varð føddur. Hann skapti tær fyrstu føroysku lesibøkurnar. Turið Sigurðardóttir skrivar í grein um A.C. Evensen, at hann virkaði á at kalla øllum økjum, ið nerta við mentan - veri tað mál, trúgv, søgu ella politikk.

Agnes-Katharina Kreiling og Leivur Janus Hansen skriva um svartaklukkur, millum annað bláu svartaklukkuna. Henda svartaklukkan er størsta skordýrið í Føroyum, men er samstundis tað mest eyðkenda slagið av svartaklukkum í landinum.

Halla Weihe Reinert, Katrin Hoydal og Sjúrður Hammer skriva um dálking í umhvørvinum í Føroyum. Greinin lýsir eitt nú, hvussu dálkingin í fiski, fugli og hvali er broytt síðstu 20-30 árini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo