21. november 1955, umleið klokkan 11 á kvøldi, framdu klakksvíkingar bragdligastu atsóknina ímóti hersetingarvaldinum. Hon varð framd við hernaðarligum stundisleika og dirvi, sum bar á brá av vanvirðing fyri deyðanum.
Hersetingarvaldið hevði víggirt seg umborð á Rolf Krake, men hevði sjálvandi ætlanir um at fáa fótafesti á landi eisini, har teir vóru stak illa sæddir. Teir gjørdu av, at fyribils skuldi sjálv politistøðin vera teirra fótafesti og framherji á landi, og hon skuldi bæði dag og nátt vera mannað við í minsta lagi 4 vápnaðum politistum.
Tað var ikki so langt síðani, at klakksvíkingar høvdu fult ræði á allari bygdini og eisini sjálvari politistøðini.
Fyri bara nøkrum vikum síðani hildu teir allari yvirvøldini í Føroyum sum gíslar inni í hesum sama høli, har nú einans alvápnaðir danir húsaðust! Hetta kendist sárt hjá klakksvíkingum, sum løgdu upp ráð ímóti hesum danska skansa ...
Hesir tríggir donsku politistarnir vóru inni á politistøðini hetta kvøldið: Poul Christiansen, Ole Kuhlman og Schnack Nielsen. Pól stóð við borðendan og Óli og Schnack sótu hvørjumegin við borðið, sum stóð oman ímóti tí stóra vindeyganum, sum vendi eystureftir (móti sjónum), tá ið ljósið fór klokkan 23.00.
Bókin verður í bókabúðunum 1. december.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo