Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

Røða, sum formaðurin í Kommunufelagnum, Tórbjørn Jacobsen, flutti fram, tá ið tað varð hátíðarhildið í Ítróttarhøllini á Nabb, at Heðin Mortensen hevur sitið sum býráðslimur í Tórshavnar býráði í hávthundrað ár.

Fimm menn bróta inn í Watergate húsini í Washington, Fríðrikur kongur doyr og Margretha drotning setir seg fyri endan á danska monarki´num, Festivalurin í Róarkeldu sær dagsins ljós á fyrsta sinni, Nixon vitjar kommunistiska leiðtogaran Mao, Mogens Glistrup stovnar danska Framburðsflokkin, RUC verður sett á stovn, Svarti September fremur devulsetta álopið á ísraelsku leguna í München, har Olympisku leikirnir verða hildnir, danir velja at lima seg inn í EEC, Apollo 17 lendir á Mánanum og Heðin Mortensen verður valdur í býráðið í Tórshavnar kommunu á Borgaralistanum hjá Peturi í Gong.

Árið er 1972. Kommunuval var 8. desember hetta árið, og Heðin varð valdur við 74 atkvøðum. Hann var tá miðskeiðis í tveytiárunum, meðan vit aðrir, tannáringarnir, høvdu hildið til á Dreingjakostdeildini í Hoydølum í nakrar krákumánaðir. Fluttir, frá trygga og fjálga bygdarlívinum og realskúlanum á Glyvrum, á prutlabaki um Tanga- og Nólsoyarfjørð við mjólkarbátinum Tróndi. Skúlin, sum skuldi leska okkum við almennum dannilsi, lá tá at kalla sum ein kensluoasa uttanfyri alla civilisatión – í óbygdum. Einastu grannarnir vóru ein rond av nýggjum húsum omanfyri Hvítanesvegin og skyldfólkini í gomlu Hoyvíkini fyri innan og uttan Garðar. Á nýggjárinum í 1973 gjørdist Heðin Mortensen ein partur av politiska valdinum í høvuðsstaðnum, og sum vit minnast Havnina frá hesum árum, var nógmikið at taka sær fyri hjá einum hugdjarvum og miðsøknum manni í bestu árum.

Veit ikki um hann longu tá gáaði líka nógv um fotolinsurnar sum nú, men vit, sum høvdu áhuga fyri samfelagnum og tess torgreiddu snúningum, løgdu merki til hendan framsókna mannin, sum hevði sitið í bakskutinum á Havnarbátinum og nú ætlaði sær fram í rong – í framskutin – á bonaðu fjalunum – har sum valdsins tannhjól taka í hvørt annað. Politikkur er ikki sum nakað annað í hesum heimi, har er onki niðurskrivað regluverk, og í valdsspælinum snýr tað seg ikki um rationalitet og logikk, - heldur um ambitiónir, snildi og væl brýndar albógvar. Hevur tú hartil kvæmar ætlanir um at bøta um samfelagið og korini hjá borgarunum, og brúkar megina rætt, dregur tað ikki frá í strembanini. Tíansheldur í undirtøkuni frá býarinnar børnum. Per aspera ad astra. Tað kann nú vera, at leiðin út í kosmos – út í stjørnuhavið – er tung og møtimikil – men Heðin heimsøkti óræddur fleiri teirra – m.a. forsetasessin í ÍSF, har hann sat fyri endanum í væl meiri enn eina fjerðingsøld.

Onkur hevur havt á munni, at politikkur ávirkar fólk á sama hátt sum turvelvandi drøgg. Hevur tú fyrst fingið eina injektión av hesum karráa evninum, hevur tú bara hug til at leggja á aftur – at javna – at nerta við, aftur og aftur, sum ein svínoyingur einaferð tók til. Longur upp tú kemur í hesum elevatorinum, harðari gerst bakslátturin frá kappingarneytunum, brutalari sløgini, um tú eina løtu – í einum splittsekundi - ikki ert nóg ansin á vígvøllinum, letur lið koma á verjugarðin, - tá kann leikurin gerast beiskari fyri húskið enn tann, sum sjálvur gekk upp á hendan pallin og annars trívist í politiska euforiserandi kíkinum - líkamikið hvussu tað vignast. Tá eru tað konur sum Hjørdis, ið standa sum drangar í ringasta uppgangi, sum ongantíð hokna, ið eru álitið.

Okkara leiðir bórust av góðum grundum ikki saman, fyrrenn vit vóru komnir nakað væl til árs báðir. Sjálvur royndi eg at lívbjarga mær í ísoyðuni undir Grønlandi og í sigling kring um á klótuni, meðan Heðin í havnargøtum tók seg upp frá einari hædd á aðra í politisku lyftuni. Jógvan, systkinabarnið, umrøddi onkuntíð hendan mannin, táið vit spjallaðu saman, og sum skilst var Arge´maðurin ljósmóðir í teimum báðum syftunum, táið Heðin gjørdi tey avgerandi kvantulopini. Táið hann gjørdist forseti fyri Ítróttarsambandi Føroya, og tá hann á fyrsta sinni gjørdist borgarstjóri fyri høvuðsborg landsins.

Fyri einari fjerðingsøld síðan – í 1998 – rendu vit okkum í hvønn annan. Í sama gesjefti. Á Føroya løgtingi. Tá var eg eisini smittaður við hesi herviligu sóttini, sum politikkur er. Vit umboðaðu tjóðskaparligu pólarnar í spektrinum, men eg hevði longu tá ein varhuga av, at íhaldni ikki stakk so djúpt hjá honum, og hví skuldi tað nú eisini vera, hjá einum manni, sum saman við øðrum stríddist fyri, at Merkið skuldi veittra javnbjóðis øðrum fløggum á øllum ítróttarmótum kring um í heiminum? Í rættarnevndini fingust vit m.a. við at skrúva saman eina flagglóg, har vit settu litkoturnar á tjóðarfánan, sum sjálvandi gjørdust tær somu sum í tricoloruni, ið ofta verður krøkt í byltingarsloganið: Liberté - égalité – fraternité. Frælsi, javnaður og brøðralag, - sum nú – eftirhondini - man vera politiska herrópið hjá socialdemokratinum Heðini Mortensen. Tað var annars í hesum viðfanginum, at ein nevndarlimur helt fyri, at vit áttu at gjørt eitt rend niður til París fyri at fáa staðfest, um litirnir nú vóru teir røttu. Ferðakontan helt ikki til hesa annars frálíku ætlan, sum helst var meiri ávirkað av væntaðum leskiligum víndropum heldur enn flaggfarvum.

Teinurin, frá treystum og hugdjørvum orðum á løgtingsins røðarapalli til ítøkilig verk, kann vera ómetaliga drúgvur, ja, oftast vera tey - orðini - sogin upp um bitarnar, upp undir tróðrið, har tey bresta sum sápubløðrur fyri trýstmuninum. Bráðir menn kunnu troyttast av hesum, bindindini eru ikki til tað. Í kommunalpolitikkinum er styttri millum orð og verk, og har kunnu hesir bráðu menn fáa eitt nýtt og meiri kveikjandi lív. Hugsi at Heðin er ein av hesum. Hugurin til endaleysar ideologiskar diskussiónir er ikki hansara spísskompetansa, tað ræður um at fáa okkurt frá hondini, soleiðis, at býurin flytir seg fram á leið í hvørjum taki.

Mettur av politiskum døgum skrykti eg bardúnurnar upp úr parlamentariska jørðildinum í 2011, og ætlaði mær eitt sivilt arbeiðslív tað sum eftir var hesumegin gravarmúlan. So varð eisini, hagartil onkur bygdarmaður, við ambitiónum mína vegna, tveitti meg á ein borgaralista til kommunuvalið í 2012. Soleiðis møttust vit báðir Heðin aftur, táið eg í 2016 gjørdist næstformaður hansara í Kommunufelagnum. Vit hvestu onkra ferðina eftir hvørjum øðrum – eisini í almenna rúminum – men annars gekk tað yvirhøvur uppá stás. So ymiskir og tó, - vit skiltu og skilja hvønnannan. Samdir og ósamdir – tað hevði verið løgið annað. Sum um vit vóru endaðir í einum lagnufelagsskapi, rendu vit aftur saman eftir kommunuvalið í 2020. Tóku leiðsluvaktina í Kommunufelagnum á okkum aftur, við Heðini sum formanni, og við seinasta árskiftið skiftu vit um leiklut. Haldi meg kunna siga fyri stýri, borgarstjórar og starvsfólk í felagnum, at vit øll hava havt eitt hendinga gott samstarv - ikki minst Heðini fyri at takka.

50 ár – ein hálv øld. Tað er ikki hvørsmansføri at røkka slíkum óslitnum tíðarmáli á politiska mótinum í fremstu røð. Tað ber nóg illa til í einaveldislondum, har politikarar sum Fidel Castro í Cuba, Kim Il-Sung, fyrsti leiðarin í Norður Korea, og Muammar Gaddafi í Libya sótu í ávikavíst 49, 45 og 41 ár fyri valdinum. Í demokratiskum londum er hetta sjáldan hending, helst eitt heimsmet, sum verður trupult at taka. Heðin hevur yvirhálað Johan Poulsen á Strondum, sum sat á tingi í hálvthundrað ár, og nú er hann í tíðarmáli bara lakari enn legendan Winston Churchill. Í Italia hava tey hetta hugtak um pávastólin: Morto un papa se ne fa un altro. Táið ein pávi er farin foldum frá, gera vit ein nýggjan. Páva. Í demokratiskum valskipanum stendur ein kandidatur frammanfyri tí ótespiliga alternativinum frammanundan hvørjum vali, at hann kann doyggja - politiskt – harvið kann fólkaræði gera ein nýggjan politikara. Hetta er kosturin, og hetta hevur verið kosturin hjá Heðini á óteljandi valum í eina hálva øld. Sum eitt sigulmagnað fenomen hevur hann drigið eina ørandi stóra veljarafjøld aftan á sær. Sligið síni egnu met ferð eftir ferð. Tey metini vera eisini trupul at taka, tí hesin sjáldsami kunsturin kann ikki kopierast. Hann hongur uppi við manninum sjálvum, og partvíst kemst hetta av, at maðurin fer undir næsta valstríð sama dagin, sum hann verður valdur.

Nú havi eg í nøkur ár havt høvi til - at gjørt royndina - at lisið hann av, og satt at siga havi eg lært nakað væl av hesum. Antennurnar eru óvanliga sensiblar, hann lesur av tíðarrákini skjótari enn tey flestu, skilir álvaran í túnatosinum og megnar sum oftast at halda av, at sneiða undan, áðrenn politisku brúgvaløgini kundu tikið hann av fótum. Hartil er hann vinsælur og hugaður maður. Møtir borgaranum í eygahædd, líkamikið hvør ið hann er. Lítil ella stórur – ríkur ella fátækur - ungur ella gamal. Ein dagin spurdi 4 ára gamla ommudóttirin – Hildur - ommuna, konu mína, hvat ið eg tókst við til dagligt. Hon gongur í barnagarðinum hjá nonnunum. Tað segði henni sjálvandi púrt onki, at eg var borgarstjóri har sum eg búði, hon kann ikki hava havt minstu hóming av hvat ið hetta merkti, men kortini staðfesti hon staðiliga fyri ommuni, akandi á veg úr ansingini, at borgarstjórin hjá henni og børnunum í barnagarðinum hevði verið á vitjan og tosað við tey eina góða løtu. Hetta er Heðin, hann svimur sum ein fiskur í vatninum, og táið hann einaferð, um nakrantíð, velur at njóta sítt otium, skal ein trivaligur fótur til fyri at fylla upp í fótafør hansara.

Vegna allan hin kommunala geiran fari eg at takka tær fyri títt trivaliga og dygga íkast til menningina av samfelag okkara. Havnin er ein heilt onnur í dag enn fyri hálvari øld síðan, táið tú gjørdi tína entré í valdshierarkinum á býarinnar politiska parnassos. Havnin og Føroyar hava í túsund ár ikki ment seg meiri enn tað sama sum hesi seinastu 50 árini, - eisini tær fyri at takka. Ludvík 14. – franski Sólkongurin – ráddi fyri borgum í 72 ár og 110 dagar. Um tú røkkur hansara starvsaldri er ivasamt, men ivast skal tú ikki í, at vit stórtrívast í samstarvinum, og fyri Kommunufelagið og meg sjálvan fari eg enn einaferð at takka tær fyri títt stóra íkast okkum øllum til frama, í vónini og væntanini um, at the never ending ferðin - úr bakskutinum á Havnarbátinum fram í rongina á samfelagnum - heldur fram við somu megi í ókomnum døgum, vikum og árum.

Hjartaliga til lukku við uppibornu hátíðini í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo