Áheitan á Landsstýrismannin í vinnumálum, Helgi Abrahamsen, um at seta skjóta tilgongd í verk, at bøta um uppslagsverkið hjá Skráseting Føroya, so almenningurin kann fáa betur amboð at síggja almennu skránna.
Almennu skráirnar í eitt nú Danmark eru lættari at leita i og geva munandi fleiri upplysingar enn “skraseting.fo”
Eitt nú við søguligum yvirliti, relatiónir millum feløg og persónar, nevndarlimir, avkast etc.
Tað eru góðir møguleikar og skilagott at gera skrásetingina hjá Skráseting Føroya munandi betur, brúkaravinarliga og kunnandi.
Tøkniliga kann hetta gerast skjótt og ódýrt – forðingin er so ikki tøknilig.
Eg havi sent áheitan og uppskot um slíka uppstigan í 2014, 2015, 2016, 2020 og nú aftur í 2021.
Tann 15. mars 2016 Svaraði Skáseting Føroya
“Góði Andrass,
Skráseting Føroya er farið í gongd við at endurskoða sínar skráir v.m.
Endamálið er at gera skráirnar meiri brúkaravinarligar fyri borgarnar.
Arbeitt verður við málinum. ”
Boðini vóru hugalig – MEN - Síðan er púrt EINKI hent – alt er steðga upp – hví tað?
Uppgávan er løtt og skjót at loysa.
Vit hava verið eftirbátar alt ov leingi – gott í teg fá hesi viðurskifti avgreidd.
Ger síðuna meiri informativa og brúkaravinarliga sum skjótast, fá okkara á hædd við almennu skráirnar í grannalondum okkara.
Andrass Skaalum mob: 287870
Velbastaðvegur 42
FO-100 Tórshavn t-bræv: andras_s(at)olivant.fo
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo