Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin: Løgtingið hevur í dag samtykt uppskotið frá Sambandsflokkinum um vakmyndatól. Talan er um eitt uppskot til samtyktar, har heitt verður á Landsstýrið um at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið, sum loyvir kommunum at seta upp vakmyndatól á serliga útsettum støðum í býarlívinum.

Sama uppskot varð lagt fyri Løgtingið fyri einum ári síðani, men tá atkvøddu bara Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fyri uppskotinum. Tó boðaðu fleiri í samgonguflokkunum frá, at tey tóku undir við, at kommunurnar fingu hesa heimildina, og onkur fór so langt sum at siga, at um Landsstýrið ikki kom við einum uppskoti um hetta, so fóru tey at atkvøðu fyri einum møguligum komandi andstøðuuppskoti um tað sama.

Sambandsflokkurin legði tí uppskotið fram aftur í februar, og hesaferð tóku 6 av 7 limum í Rættarnevndini undir við málinum og mæltu Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Á tingfundinum í dag vóru 23 atkvøður fyri uppskotinum og tvær ímóti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo