Fólkaflokkurin: Í dag kom uppskotið hjá Fólkaflokkinum um øktan barnafrádrátt til aðru viðgerð. Uppskotið hevði við sær, at barnafrádrátturin fyri børn undir skúlaaldur hækkaði við 2.000 kr, og við 1.500 kr fyri tey í skúlaaldri.
Tíverri feldi samgongan uppskotið. Tað er sera harmiligt, tí tað er átrokandi at lætta um hjá barnafamiljunum, nú ógvusligi prísvøksturin veruliga merkist í gerandisdegnum.
Fólkaflokkurin fer tó ikki at gevast, men fer framhaldandi at arbeiða fyri størri fíggjarligum frælsi til familjurnar kring landið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo