Skúlablaðið: Enn er óvist, hvørja lagnu uppskotið til løgtingslóg um broytingar í fólkaskúlalógini fær, nú landsstýriskvinnan, sum hevur evnað uppskotið, er farin úr starvi. Hoyringarfreistin var úti 23. januar.
Uppskotið leggur upp til 5 broytingar, sum heimild skal veitast til. Tað er heimild at áseta samstarvseindir í 10. flokki við minstamarki fyri næmingatali, at skipa samfelagsfrøði sum kravd lærugrein í 7.-9. flokki, at lækka tímatalið í 1.-9. flokki við 2 tveimum tímum um vikuna, at kommunur kunnu leggja smærri skúlar saman við einum størri skúla, og at enda at víðka verandi áseting, (grein 57, stk 10), so royndar- og menningarverkætlanir kunnu stuðlast.
Verður uppskotið at áseta samstarvseindir í 10. flokki við minstamarki fyri næmingatali samtykt, so fer tað at fáa avleiðingar fyri verandi samstarvseindir. Tað sigur Føroya Lærarafelag í hoyringarskrivi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo