Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-077/2023 eftir § 52a í Tingskipanini frá Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum. Um lógaruppskot um málskúla fyri føroyskt sum annaðmál.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær verður lógaruppskotið um málskúla fyri føroyskt sum annaðmál lagt fram í Løgtinginum?
Svar
Til 1: Lógaruppskotið um føroyskt sum annaðmál hevur verið til hoyringar, og arbeitt verður í løtuni við at tillaga uppskotið sambært viðkomandi hoyringarsvarum.
Ætlanin er at leggja uppskotið fram í inniverandi tingsetu.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo