Sandoyingar unna suðuroyingum ein undirsjóvartunnil, men teir mótmæla upp á tað harðasta ætlaðu vegaføringina, skrivaði KVF herfyri.
Men her er eitt uppskot um vegaføringina, sum VP hevur fingið sendandi saman við tekstinum:
Av tí at Føroya Jarðargrunnur eigur geiran, sum vístur er á viðfestu myndunum kundi mann lagt eina vegaføring uppá uml. 890m gjøgnum hetta lendið og somuleiðis fingið ein bleytari boga í núverandi knappa sving. Henda linjuføring fer ikki pløgandi ígjøgnum bygdir, træðir, veltir, líðir og privata ogn. Tunnilsportalurin fer so niður, eisini inni á ogn hjá Føroya Jarðargrunni einar 3-400m frá sjóvarmálanum.
Núverandi politiska tunnils linjuføring er einar 2-3km styttri enn hetta alternativa uppskot, men við einum væl longri vegastrekki á landi, sum fer pløgandi ígjøgnum óneyðugt lendi, og skapar óneyðugar trupulleikar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo