Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava í felag latið Løgtingsskrivstovuni eitt uppskot um at loyva kommununum at seta upp vakmyndatól á serliga útsettum støðum í býarlívinum. Talan er um eitt uppskot til samtyktar, har heitt verður á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um hetta.
Í viðmerkingunum til uppskotið siga Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, at nógv mál um harðskap í býarlívinum verða ikki uppklárað av løgregluni. Í tí sambandi hevur ynski verið frammi um at fáa loyvi til at seta upp vakmyndatól á teimum mest útsettu plássunum, tí mett verður, at tað kann virka við til, at fleiri mál verða uppklárað. Men Dátueftirlitið hevur víst á, at kommunur hava ikki heimild í galdandi lóg til at seta slík vakmyndatól upp.
Undanfarna landsstýri arbeiddi við at geva kommunum loyvi til at seta vakmyndatól upp, men málið var ikki klárt, áðrenn val var útskrivað. Tí skjóta Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at gera tað møguligt hjá kommununum at fáa slík loyvi.
“Sjálvsagt eiga reglur at vera fyri, hvussu upptøkurnar, ið vakmyndatólini fanga, verða viðgjørdar. Reglurnar eiga at nágreina, hvør kann hava atgongd til myndirnar, hvussu leingi tær kunnu goymast, og myndirnar skulu ikki kunna nýtast til annað endamál enn bert tað, ið tær eru ætlaðar til,” siga Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin.
“Í tann mun vakmyndatól kunnu hjálpa til við at uppklára mál um harðskap í náttarlívinum, eigur tað at vera møguligt at seta vakmyndatólini upp, uttan at tað gongur útyvir rættartrygdina hjá borgarunum,” siga flokkarnir.
Seinasti framløgudagur í hesi tingsetuni verur týsdagin tann 7. mars.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo