Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið: Í dag hevur Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið sent uppskot til broytingar í ferðslulógini í almenna hoyring.

Í 2006 samtykti Løgtingið, at Null-hugsjónin skuldi setast inn í ferðslulógina. Endamálið við Null-hugsjónini er, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein av ferðsluvanlukku í vegaflutningsskipanini. Hetta krevur, at vit støðugt arbeiða við at betra um ferðslutrygdina í Føroyum.

Seinastu árini hevur gáloysni verið ein afturvendandi trupulleiki í ferðsluni. Í Ferðslutrygdarætlanini fyri 2019-2027, sum er gjørd av Ráðnum fyri Ferðslutrygd og øðrum samstarvsfeløgum, verður varpað ljós á vandan, tá førarar undir koyring ikki hugsavna seg um at koyra bil, men heldur eru upptiknir av øðrum, sum t.d. at tosa í fartelefon. Ferðslutrygdarætlanin mælir til, at førari av einum akfari, sum brúkar handhildna fartelefon ella annað handhildið samskiftistól, skal fáa klipp í koyrikortið og eina hægri bót.

Hesum tilmæli ynskir landsstýrismaðurin í samferðslumálum at fylgja, og tí er eitt av uppskotunum til broytingar í ferðslulógini, at bótin fyri nýtslu av handhildnari fartelefon, ímeðan koyrt verður, verður hækkað úr 1000 kr. til 1500 kr., umframt at tú fært klipp í koyrikortið.

Onnur uppskot til broytingar snúgva seg um, at verandi krav um skeið um rúsdrekka og ferðslu í sambandi við treytaleysa frádøming av koyrikortinum verður víðkað til eisini at fevna um rúsevni; forboð fyri nýtslu av lítlum motordrivnum akførum sum t.d. rennihjólum; tillagingar í tænastugjøldum, umframt at aðrar tekniskar broytingar eisini verða gjørdar.

Lógaruppskotið sæst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo