Bókadeild Føroya Lærarafelags: Hóast ódnarveðrið leikaði í leygardagin, vóru heilt nógv fólk savnað í Hósvíkar skúla til útgávutiltak og upplestur úr nýggjum bókum eftir Ingun Christensen.
Fyrst greiddi Silja Aldudóttir, marknaðarfólk á Bókadeildini, yvirskipað frá bókunum hjá Ingun Christensen, og rithøvundurin greiddi síðan frá nýggju bókunum.
Hon las úr nýggju barnabókini ”Marin fær ein lítlabeiggja” og úr sagnabókini til stór børn og ung ”Løgmansdóttirin á Steig”. Børn sum vaksin sótu hugtikin og lurtaðu.
Bókadeildin takkar Sunda kommunu fyri at gera rúmd fyri rithøvundum, ið skriva til børn og ung á Mentanardøgunum. Somuleiðis takka vit rithøvundinum fyri frálíku bøkurnar, og øllum, ið komu at lurta.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo