Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmálaráðið: Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, hevði mánadagin fund við danska ráðharran í útlendinga- og integratiónsmálum, Kaare Dybvad Bek.

Á fundinum vórðu viðurskiftini hjá ukrainsku flóttafólkunum umrødd. Semja var um føroyska ynskið at leingja uppihaldsloyvini hjá ukrainsku flóttafólkunum í eitt ár, til 17. mars 2025, og at økja talið av uppihaldsloyvum úr núverandi 200 loyvum upp í 250 loyvi.

Á fundinum legði landsstýrismaðurin eisini fram ynski um eina nýggja útlendingalóg fyri Føroyar.

Landsstýrismaðurin gjørdi vart við ávísar avbjóðingar, sum stinga seg upp, tá ið avgerðarmyndugleiki í útlendingamálum verður givin føroyskum myndugleikum. Eisini nevndi landsstýrismaðurin føroyska ynski um at linka ávísar treytir fyri eykaarbeiði hjá útlendingum, uttan at søkjast skal um arbeiðsloyvi í hvørjum einstøkum føri, umframt tær avbjóðingar, sum hava stungið seg upp í sambandi við arbeiðs- og uppihaldsloyvi til trúboðarar og onnur, sum ynskja at virka á átrúnarliga økinum í Føroyum. Danska Útlendinga- og integrationsmálaráðið kannar enn hetta málið.

Talan var um ein góðan og jaligan fund. “Vit hava nakrar avbjóðingar og nøkur ítøkilig ynski, og tí síggi eg fram til menning, samstarv og góðar loysnir á útlendingaøkinum,” segði landsstýrismaðurin aftaná fundin mánadagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo