Skúlablaðið: Týsdagin í komandi viku er val til skúlastýrini. Úr miðlunum og frá Heimi og skúla, sum er felagsskapur umboðandi øll skúlastýrini í landinum, frætta vit, at skúlastýrisvalið hevur lítlan áhuga, og at tað manga staðni stendur á at fáa fólk at bjóða seg fram sum valevni.
Tað er harmiligt, at undirtøkan er so lítil, heldur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, tí skúlastýrini hava týdning.
- Skúlastýrini avloystu skúlanevndirnar. Hugsanin við skúlastýrinum var m.a. at staðfesta foreldraumboðanina og gera foreldraleiklutin sjónligari, t.d. skal formaðurin í skúlastýrinum verða foreldraumboð. Hinvegin kemur hugskotið um skúlastýri úr donsku fólkaskúlalógini. Í Danmark umsita kommunurnar fólkaskúlan burturav. Hjá okkum er umsitingin tvíbýtt millum land og kommunur. Hetta ger tað uttan iva fløktari hjá skúlastýrunum at virka.
Herálvur Jacobsen heldur, at vantandi kunning um arbeiðið í skúlastýrinum er ein orsøk til vantandi undirtøkuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo