Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Ein komandi borgmeistari má vera sjónligur í millumkommunalum felagsskapum so sum í kommunufelagnum og SEV. Tað verður nógv lagt á kommunurnar frá landinum og har eigur okkara rødd at verða hoyrd, og tað væl.

Kommunufelagið er hoyringspartur í nógvum av tí sum landi leggur út til kommunurnar at umsita og gjalda. Her eiga vit at hava okkara kritisku varnu rødd.

Eg havi verið inni á tí fyrr, hetta við deiling av partafelagsskatti, tøkugjaldi á alifiski og tilfeingisgjaldi á fiski. Ikki tí at eg haldi at hetta skal økjast, heldur hin vegin. Men tá hetta nú verður kravt, at kommunurnar fáa sín sjálvsagda part av hesum pengum og í røttum lutfallið.

Okkara firðir og sund eru tey ið leggja mest eftir seg í framleiddari nøgd av alifiski. Og tí eigur okkara kommuna at fáa stórsta partin av hesum gjøldum sum nátúrliga hoyra kommununi til. Eg ivist í hvat í núverandi formannsskapur í kommunufelagnum leggur í okkum. Trúgvi at hann er meir enn nøgdur við at har ið høvuðssæti hjá stórsta felagnum er, fellur stórsti bitin av køkuni, hóast nærum eingin aling er í tí kommununi.

Grøna orkuskiftið eigur eisini at koma til okkara í form av útbyggingum og vitanarstørvum. Tí eiga vit at gera okkum galdandi í t.d. SEV og fáa nakrar útbyggingingar norð í okkara øki eisini. Pláss er fyri fleiri vindmyllum eysturi á fjøllunum og tað er laga manni at útbyggja vatnorkuverki á Strond nú gomlu tunnlarnir eru tøkir til vatnleiðingar.

Okkara rødd má verða hoyrd og gera veruligan mun.

Tað er har eg eri!
Frímund Hansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo