Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Á hesum vakra, fyrsta várdegi, komu gleðiboðini: Dialysusjúklingar kunnu fáa viðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi! Strævnu túrarnir norður um Suðuroyarfjørð, á Landssjúkrahúsið, eru “ein saga blott” frá  1. Mars 2024.

MEN áralanga stríðið, um at fáa viðgerðina endaliga góðkenda, átti ikki at verið neyðugt. Sitrónin skuldi pressast til tað allar seinasta, áðrenn Landssjúkrahúsið vildi sleppa endanum og loyva dialysuviðgerð í Suðuroynni.

Hetta er enn eitt klokkuklárt dømi um, at tað er longri úr Tórshavn til Suðuroynna, enn tað er úr Suðuroynni norður til Tórshavn.

Til tykkum dialysusjúklingar - takk fyri tolsemið og hjartaliga til lukku við sigrinum, nýggju viðgerðini og harvið betru lívsgóðskuni, sum stásiligu dialysuhølini á Suðuroyar Sjúkrahúsi, framyvir fara at hava við sær.

Fyri at kjølfesta, og tryggja, at fíggjarliga óneyðugar ósemjur aftur fara at stinga seg upp, fari jeg at leggja uppskot fyri Løgtingið, sum skal syrgja fyri, at fíggingin viðvíkjandi dialysuviðgerðini á Suðuroyar Sjúkrahúsi verður flutt suður, soleiðis, at leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi á Tvøroyri, framyvir, kemur at hava fult ræði á hesi oyramerktu játtan.

Bjarni Hammer

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo