ST stovnurin fyri palestinsk flóttafólk í Miðeystri (UNRWA) sigur í dag, at stovnurin er ikki førur fyri at halda fram í sínum arbeiði í Gaza.
Tað skrivar tíðindatovan AFP.
Seinastu tíðina hevur nógv verið skrivað um UNRWA av ákærunum um, at nú fyrrverandi starvsfólk í stovninum hjálptu Hamas í álopinum á Ísrael.
Ákærurnar verða framvegis kannaðar, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo