Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Betesda: Fríggjakvøldið kl. 20 verður nógv umrøddi filmurin “Unplanned” sýndur í Betesda í Klaksvík. Filmurin, sum byggir á veruligar hendingar, viðger spurningin um fosturtøku út frá lívinum hjá Abby Johnson, sum í átta ár arbeiddi sum leiðari fyri eina fosturtøkuklinikk, til hon brádliga upplivir nakað, sum ger, at hon tekur eina heilt nýggja støðu.

Filmurin UNPLANNED varð frumsýndur í USA í mars mánað í ár og hevur fingið sera nógva umrøðu, bæði í USA og øðrum londum. Evnið í hesum filmi er fosturtøka, har høvuðspersónurin í filminum fer frá at arbeiða á eini fosturtøkuklinikk til at gerast mótstøðufólk ímóti fosturtøku.

Helst er hetta umstrídda evnið orsøkin til, at fleiri biografar hava noktað fyri at vísa filmin, og aðrir biografar eru vorðnir boykottaðir fyri at vísa hann. Havnar Bio hevur tó víst filmin, og fríggjakvøldið klokkan átta (kl. 20:00) verður høvi at síggja UNPLANNED í Betesda í Klaksvík.

Trúboðin skrivar um filmin, at UNPLANNED er sanna søgan um Abby Johnson, sum í fleiri ár arbeiddi fyri Planned Parenthood, millum annað átta ár sum leiðari fyri eina fosturtøkuklinikk. Hennara motiv var at hjálpa kvinnum, og hon var sannførd um “fría valið” hjá kvinnuni.

Men ein dagin varð hon noydd at hjálpa til við eina fosturtøku, har hon fylgdi ófødda barninum á skannaranum, meðan fosturtøkan fór fram. Og tað, hon sá, broytti alt.

Hetta er ein sterkur filmur, og hyggjarin situr á fyrstu parkett til teir innaru bardagar, sum Abby fer ígjøgnum, bæði áðrenn hesa avgerandi hending og aftaná.

Chuck Konzelman og Cary Solomon hava leikstjórnað, og høvuðsleiklutirnar spæla Ashley Bratcher, Brooks Ryan og Robia Scott.

Filmurin hevur 15 ára aldursmark, og fríggjakvøldið verður hann vístur við enskum teksti.

Sýningin byrjar stutt eftir klokkan 20:00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo