Sambært enska blaðnum Daily Mail er Manchester United nú til reiðar at selja Luke Shaw, vinstrabakkin hjá felagnum, sum kom frá Southampton í 2014.
22 ára gamli Luke Shaw hevur ikki megnað at spælt seg á liðið hjá Jose Mourinho, og er hann í løtuni fimta val á vinstrabakkinum.
United skal vera sinnað at selja Shaw fyri 20 milliónir pund - umleið 10 milliónir pund minni, enn hann varð keyptur fyri -, og sum skilst á lagnum er Newcastle United áhugað í at tryggja sær hann í januar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo