Sviin Victor Lindelöf, sum er kendur sum Manchester United leikari framdi eina verjuaksjón av tí óvanliga slanum, tá ið hann fyrrapartin í gjár tók ein taskutjóv.
Saman við konuni sá Lindelöf ein persón á súkklu stjala eina tasku av gongustativinum hjá eini eldri kvinnu, og beinanvegin sprakk landsliðsleikarin avstað eftir tjóvinum.
Hann rann taskutjóvin aftur og helt honum umleið teir fimm minuttirnar tað tók løgregluni at koma á staðið í svenska býnum Västerås.
Og tann 90 ára gamla kvinnan fekk taskuna aftur, skrivar Aftonbladet.
Kona Lindelöf hevur eisini umtalað hendingina á sínum bloggi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo