Tað skuldi eitt brotsspark til hjá Manchester United í dystinum móti FC København, sum Fernandes setti trygt í netið.
Og brotssparkið í eykaumførunum var einasti munur á risanum Manchester United og FC København.
Men Manchester United kundi havt fingið fleiri mál. Bæði Mata og Martial høvdu stórar mál-møguleikar, men málverjin hjá FCK, Karl-Johan Johnsson, hevði nakrar heilt ótrúligar bjargingar.
Game of his life this keeper. Incredible.
— Cesc Fàbregas Soler (@cesc4official) August 10, 2020
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo