![U 29](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/e/4/csm_U_29_4af8ec52de.jpg)
![U 29](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/e/4/csm_U_29_4af8ec52de.jpg)
Undir Ole Gunnar Solskjær hevur Manchester United nú 53 mál í 25 ligadystum.
Tað er mest av øllum í Premier League 2020/21.
Samtíðis hevur felagið ikki skorað fleiri mál í líka nógvum dystum síðani Sir Alex Ferguson var venjari á Old Trafford.
Í 2012/13-sesongini, tá ið reyðu devlarnir seinast vóru meirstarar, var úrslitið 60 mál eftir 25 dystir. United endaði við 86 málum í 38 dystum ta ferðina, skrivar VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo