Liverpool-stuðlar gera seg helst longu til reiðar til stóra hátíðarhaldið tá ið Liverpool vinnur sítt fyrsta meistaraheitið í Premier League í 30 ár.
Jürgen Klopp og Liverpool hava ikki tapt enn í hesi Premier League-sesongini, og tað er ein ungur Manchester United-fjeppi keddur av, skrivar norska TV 2.
– Liverpool vinnur ov nógvar dystir. Vinna tit níggju dystir afturat so hava tit tað bestu røðina nakrantíð í enskum fótbólti. Hjá einum United-stuðli er tað sera trist, skrivar 10 ára gamli Daragh Curley í einum brævi til Klopp, og heldur fram:
– So næstu ferð Liverpool spælur, vælsignaður ger tað so at liðið tapur. Lat bara hitt liðið skorað. Eg vóni at eg havi sannført teg so tú ikki vinnur Premier League, ella nakrar aðrar dystir nakrantíð, skrivar tann 10 ára gamli.
Tað kom helst eitt sindur óvart á bæði tann 10 ára gamla dreingin og familjuni at Liverpool-venjarin svaraði.
Í svarinum skrivar Klopp at hann tíverri ikki kann tapa við vilja, eftirsum fleiri milliónir stuðlar vilja hava Liverpool at vinna.
Jurgen Klopp received a letter from a 10-year old #mufc fan asking him if he could stop winning games.
— United Zone (@ManUnitedZone_) February 21, 2020
Here is his response. Class. pic.twitter.com/Wt2hsl86ns
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo