Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Manchester City-Manchester United 1-2 (0-2)
0-1: Marcus Rashford, 23 (brotsspark)
0-2: Anthony Martial, 29
1-2: Nicolas Otamendi, 85

Manchester United fjepparar ynskja óivað, at teirra lið spælir hvørt vikuskifti ímóti einum av hinum toppliðunum í Onglandi.

Eftir 2-1 sigrarnar ímóti Manchester City og Tottenham Hotspur stendur greitt, at United hava vunnið ímóti Chelsea, Spurs, Leicester City og City í hesum kappingarárinum, umframt at liðið eisini hevur spælt javnt ímóti Arsenal og Liverpool.

United managarin Ole Gunnar Solskjær hevur harvið eisini tryggjað sær eitt sindur av arbeiðsfriði eftir eina sera vánaliga byrjan uppá hetta kappingarárið.

United løgdu út sum eitt ódnarveður á Etihad og kundu havt verið á odda við meira enn tveimum málum í hálvleikinum.

Jesse Lingard, Daniel James, Marcus Rashford og Anthony Martial vóru flúgvandi, og minti kontrafótbólturin, sum United løgdu fyri dagin, til tíðir um tann, tá Cristiano Ronaldo, Wayne Rooney, Ryan Giggs og aðrir vóru á hæddini í United.

Harumframt spældi Fred sum tann Fred, ið varð keyptur frá Shakhtar Donetsk, meðan Scott McTominay enn einaferð var ímillum teir bestu hjá United, serliga í seinna hálvleiki tá City løgdu meira fyri í royndini at koma innaftur í dystin. 

McTominay líkist meira og meira einum komandi liðskipara á United-liðnum fyri hvønn dyst, sum hann spælir.

Verjan hjá United gjørdi tað eisini fínt, við onkrum undantøkum skal sigast, og so hjálpti tað eisini hjá teimum Reyðu Djevlunum, at David de Gea var árvakin, tá boð vóru eftir honum í teimum síðstu minuttunum av dystinum.

City høvdu eitt ótal av bornaspørkum og eisini onkrar vandamiklar málroyndir, sum helst skuldu havt givið mál - Gabriel Jesus hevði tann størsta City málmøguleikan eftir eitt frálíkt Kevin De Bruyne innlegg í fyrra hálvleiki -, men sum heild vístu teir ljósabláu, hví teir eftir øllum at døma fáa tað sera trupult við at endurvinna meistaraheitið í ár.

City verjan er ikki meira enn næstbest, og Gabriel Jesus er heldur ikki á sama støði, sum Sergio Aguero einaferð var.

Eftir ósigurin í dag hava City nú 14 stig upp til Liverpool á 1. plássinum í Premier League.

United, hinvegin, liggja nú á einum 5. plássi við 24 stigum fyri 16 dystir.

Næsti dystur hjá United í Premier League er á heimavølli ímóti kreppurakta Everton.

Jú, United fjepparar ynskja sær óivað ein toppdyst í jólagávu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo