Odion Ighalo, Daniel James, Juan Mata, Mason Greenwood og Andreas Pereira skoraðu allir móti LASK í Europa League dystinum í kvøld, sum endaði 5-0 til Manchester United.
Stórsigurin sendur United eitt stórt fet móti kvartfinaluni í Europa League.
UEFA hevur innkallað til ein fund týsdagin har ein møgulig útseting av bæði Europa League og øðrum kappingum skal viðgerast.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo