SF: Á ársins Summar Festivali verður fjølbroytt barnakonsert á Vágsbø seinnapart leygardag. Tá fer eitt nú rockbólkurin Anua at spæla.
Tónleikararnir í Anua eru 11 og 12 ára gamlir. Teir eru úr Klaksvík og eru partur av ListaRok, ið Klaksvíkar kommuna varðar av samani við Hans Edwardi Andreasen. Eisini tann meira kendi bólkurin Adrenaline hevur verið partur av hesum átaki.
Teir fýra tónleikararnir í Anua eru Nóa Mc.Leod Andreasen (gittar og sang), Uni Sørensen (trummur), Áron Ragnarson (bass) og Aron Sigurðsson (gittar og sang).
Anua framførdi á heiðurskonsertini fyri Straight Ahead í Varpinum, og nú fáa teir møguleikan at spæla á landsins størsta konsertpalli á Vágsbø.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo