Politiið kannar umstøðurnar, eftir at ein 19 ára gamal maður síðstu nátt varð funnin lívleysur undir Kúrbergi í Hoyvík.
Bjargingartyrlan, Brimil, politiið og onnur tóku lut í bjargingini.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur við VP, at fyribils eru umstøðurnar eitt sindur ógreiðar, og tí verða fólk, maðurin var saman við áðrenn hendingina, avhoyrd.
- Fallið var um 20 metrar, og tí var trupult at koma til mannin. Men tá tað lukkaðist kundi staðfestast, at hann var deyður, verður sagt.
Líksýn verður seinni í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo