Glasir: Tiltakið Ungt Virki verður fríggjadagin 1. mars í Atrium á Glasi. Ungt Virki er eitt tilboð til allar miðnámsskúlanæmingar at læra, hvussu nýggjar vørur og tænastur mennast.
Í ár luttaka 140 næmingar í 35 bólkum á tiltakinum, har kappast verður um besta hugskotið. Næmingar koma úr Tekniska Skúla í Klaksvík, Miðnám á Kambsdali og Glasi í Havn.
Tey luttakandi hava síðani august fingið undirvísing í nýskapan og íverksetan og hava m.a. lært at menna nýggjar vørur og tænastur. Haraftrat hava tey fingið frálæru í, hvat skal til fyri at stovna og reka egna fyritøku.
Kanningar vísa, at tey, sum fáa undirvísing í nýskapan og íverksetan, gleðast um at ganga í skúla og seta sær hægri mál fyri útbúgving og yrkisleið. Tey kenna eisini, at tey hava nakað at geva samfelagnum og eru bjartskygdari um framtíðina. Tey menna eisini fakligar, persónligar og sosialar førleikar, ið eru týdningarmiklir í yrkisleið teirra.
Tiltakið Ungt Virki byrjar fríggjadagin 1. mars kl. 9.30 og endar kl. 16.00, tá vinnarin verður kosin. Vinnarin umboðar Føroyar í finaluumfarinum í Keypmannahavn í mai mánaði, har teir 42 bestu bólkarinir úr ríkinum fara at dystast um besta hugskotið.
Ungt Virki er eitt samstarv við m.a. Mentamálaráðið, Vinnumálaráðið, Betri, Vinnuhúsið, Íverksetarahúsið, Hugskotið, Fróðskaparsetrið, SMS og miðnámsskúlar og vinnulívið sum heild. Tey luttakandi hava fingið ráðgeving frá Betri, Íverksetarahúsinum og hugskotinum, og hava eisini fingið fíggjarligan stuðul frá Betri og ferðaseðlar frá Atlantic Airways.
9 dómarar úr føroyska vinnulívinum fara at meta um hugskotini.
Í dómdsnevndini eru:
-
Regin Dalsgaard – Thetis (formaður)
-
Sóley Hammer – Hugskotið
-
Magni Thomsen - Íverksetarahúsið
-
Marius Thomassen – Vinnuhúsið
-
Rói Poulsen – Nema
-
Pætur Trónd – Hotel Hafnia og Brandan
-
Michael Koba – Fixer
-
Anna Eystberg Hofgaard – Betri
-
Bjarti Vitalis Mørk – Betri
Skráin fyri dagin er annars henda:
08.00 – 09.15: Næmingar prýða básar – Glasir bjóðar luttakarum morgunmat í kantinuni (ókeypis kaffi fæst allan dagin)
09.15 – 09.25: Høgni Hoydal, Landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, setir kappingina
09.25 – 09.30: Kunning um kappingina og praktisk viðurskifti
09.30 – 10.30: Dómarar vitja teir 35 básarnar á 3. hædd
10.30 – 12.10: Framløgur hjá luttakandi bólkum (4. min. pr. bólk) 18 bólkar í Atrium og 17 bólkar stóra fyrilestrarsalinum (st. 105)
12.10 – 12.40: Døgurðasteðgur – Glasir bjóðar luttakarum døgurða í kantinuni
12.40 – 15.15: Framsýning: Bólkarnir sýna fram hugskotini hjá sær á básunum
12.40 – 14.30: Samrøður við dómsnevndina (10 min. pr. bólk)
14.30 – 15.15: Dómsnevndin metir um samlaðu avrikini hjá bólkunum
15.15 – 15.25: Vinnarin verður kosin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo