Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Fríggjadagin 31. mars 2023 fer ungdómshúsið á Velbastað at fáa sítt navn, og tað skal sjálvandi hátíðarhaldast.

Navnadagurin skuldi eftir røttum vera 17. desember 2021, men koronufarsóttin gjørdi tá um seg og beindi fyri ætlanunum. Men nú skal ungdómshúsið hava navn.

Dagstovnurin á Velbastað hevur seinasta árið verið karmur um Ungdómshúsið á Velbastað. Endamálið við ungdómshúsinum er at geva teimum ungu høvi at hittast, stuttleika sær saman og skapa vinarløg í einum hugnaligum, áhugaverdum og kveikjandi umhvørvi.

Í nýggja ungdómshúsinum kunnu tey ungu millum mangt annað stuttleika sær við borðspølum, spurnarkappingum, Playstation, tónleiki, spæla dart, binda, hekla, baka og spæla uttanduraspøl. Harafturat er ein kiosk og eitt filmsrúm í húsinum, og tað er eisini møguleiki fyri at stuttleika sær í stóru høllini á staðnum.

Skráin fríggjakvøldið 31. mars

Kl. 19.00 Dyrnar lata upp, popkorn, slush ice og annað gott verður at fáa. Ester S. Thomasen, stovnsleiðari, bjóðar vælkomin, ber fram røðu og hevur eitt upplegg frá teimum ungu

Kl. 19.20 Annfinn Brekkstein, formaður í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar kommunu,
ber fram røðu

Kl. 19.30 Tónleikur við Sámali Ravnsfjall

Kl. 20.00 Navnið á ungdómshúsinum verður avdúkað.

Eftir hetta verður opið hús, tónleikur, hugni og fólk eru vælkomin at hyggja runt á stovninum.

Øll eru hjartaliga vælkomin til dagin, bæði ung og gomul.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo