Tórshavnar kommuna: Fríggjakvøldið 14. januar klokkan 19 letur nýggja Ungdómshúsið á Velbastað upp. Avdúkingin av nýggja navninum og vinnaranum av navnakappingini er tó útsett. Nærri kunning kemur um hetta seinni.
Dagstovnurin á Velbastað verður karmur um ungdómshúsið, sum verður opið hvørt mikukvøld frá kl. 19-22 og fríggjakvøld frá kl. 19-24.
Tilboðið er ætlað øllum ungum í aldrinum 14-18 ár, sum búgva í nærumhvørvinum. Tó eru onnur ung eisini hjartaliga vælkomin. Endamálið við tilboðnum er at geva teimum ungu høvi at hittast, stuttleika sær saman og skapa vinaløg í einum hugnaligum, áhugaverdum og kveikjandi umhvørvi.
Í nýggja ungdómshúsinum kunnu tey ungu millum annað spæla borðspøl, hava spurnarkappingar, spæla Playstation, spæla tónleik, gera Kahoot-kappingar, spæla dart, binda og hekla, baka og spæla uttanduraspøl. Harafturat er kiosk og filmsrúm í húsinum, og møguleiki er eisini fyri at stuttleika sær í stóru høllini á staðnum.
Starvsfólkini í ungdómshúsinum gleða seg til at heilsa uppá øll tey ungu til hugna og stuttleika og ynskja øllum hjartaliga vælkomin fríggakvøldið 14. januar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo