Hann luttekur á hesum møtum:
Fríggjakvøldið kl. 20.00 Í Bethel í Vági.
Sunnudagin kl. 12.00 í Salem á Tvøroyri.
Sunnukvøldið kl. 18.00 Í Vitninum í Hvalba.
Á møtunum greiðir Sebastian frá arbeiðinum við Child Evangelism Fellowship (CEF) og barnalegum í Bereg í Ukraina, sum føroyingar hava stuðlað í mong ár.
Sebastian vaks upp í kommunistiska Ungarn. Í 1982 flýddi familjan vestur um og búsettust í Týsklandi. Í 2008 fluttu tey aftur til Ungarn. Fyrstu ferð, hann vitjaði í Føroyum, var í 2004, og hava hann og konan hesi 20 árini síðan tá vitjað nakrar ferðir her á klettunum.
Sebastian og Georgina hava arbeitt í fleiri áratíggju innan trúboðanarfelagsskapin Child Evangelism Fellowship (CEF), ið serliga arbeiðir ímillum børn. Í 2007 bleiv Sebastian leiðari yvir arbeiðinum hjá CEF í Miðeuropa.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo