Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: Vit skulu gera tað møguligt hjá ungum familjum at seta búgv í Føroyum. Týsdagin verður fyrsta viðgerð av uppskoti frá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, sum fer at seta ferð á byggingina av fleiri og bíligari bústøðum kring landiðVið vaksandi húsaprísum og hækkandi rentum gerst tað alsamt truplari at seta búgv hjá ungum fólki í Føroyum.

Vit hoyra javnan um familjur, sum hava tað trupult at fáa gerandisdagin at hanga saman. At tað er so trupult at fáa ein góðan bústað fyri ein rímiligan penga, er steinur oman á byrðu.

Vit mugu fáa børn, ung og familjur at trívast, støðast og flyta heim aftur. Hetta er fremsta málið – og púra avgerandi fyri framtíðina her á landi. Tí er alneyðugt at gera nakað við bústaðarmarknaðin.

Javnaðarflokkurin gleðist tí um uppskotið um almentgagnligar bústaðir, sum fær fyrstu viðgerð týsdagin. Verður málið framt, so kann Bústaðir byggja fleiri og bíligari leiguíbúðir saman við kommununum um alt landið.

Fleiri og bíligari bústaðir kring landið
Kommunurnar fáa heimild at skipa almentgagnlig bústaðarfeløg saman við Bústaðir, sum skulu útvega, eiga og umsita leiguíbúður.

Almentgagnligt merkir, at trivnaðurin hjá borgarunum er fremsta málið. Tí skulu hesi bústaðarfeløg ikki hava yvirskot og tað hevur við sær eina bíligari leigu. Ein bústaður er eitt heim – ikki ein vøra.

Gongdin seinastu árini verið, at alt fleiri ynskja at búgva til leigu, heldur enn at eiga ein bústað. Umframt at vera eitt ynski hjá fleiri, so hava nógv  ikki annað val enn at búgva til leigu, tí tey fáa ikki fígging til at byggja ella keypa sær síni egnu hús ella íbúð. Serliga er tað ein avbjóðing at fáa fígging hjá teimum, sum búgva í útjaðaranum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo